Føroya Tele
Útgivið
20. juli 2026
Útgongur
16. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú royndir við roknskapi og fíggjarstýring og trívist tú við at hava ábyrgd fyri egnum ábyrgdarøki? So kann hetta vera starvið fyri teg.

Føroya Tele søkir eftir einum dugnaligum fíggjarfrøðingi til fíggjardeildina, sum skal vera við til at tryggja rættstundis og rættvísandi rapportering og samskifti við grannskoðara og ráðgevar. Tú fært eisini møguleika at menna teg innan ESG, altjóða skattaviðurskifti og transfer pricing..

Starvsinnihald
Tú fært eitt ábyrgdarøki við fakligari tyngd í einum óformligum og framfýsnum umhvørvi, har dentur verður lagdur á álit og samstarv. Arbeiðsøkið er fjølbroytt og fevnir millum annað um:

  • samtaks- og dótturfelagsroknskapir, bæði mánaðar- og ársroknskapir, herundir konsolidering
  • fíggjarætlan og uppfylging
  • samstarv við grannskoðara og aðrar uttanhýsis ráðgevar
  • myndugleika- og hagtalsfrágreiðingar umframt tilfar til ESG- og burðardygdarfrágreiðingar.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. cand.merc.aud., HD(R) ella líknandi, og tað er ein stórur fyrimunur, um tú hevur royndir frá grannskoðan ella við roknskapararbeiði í størri fyritøku.

Royndir við ESG-rapportering, altjóða skattaviðurskiftum og transfer pricing eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað týdningarmesta er, at tú hevur sterkan roknskaparligan førleika, áhuga fyri at læra nýggj øki og evni at samskipa arbeiðið við uttanhýsis ráðgevar.

Vit leggja dent á, at tú:

  • arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og nágreiniliga
  • hevur góðar førleikar í Excel og lætt við at læra fíggjar- og rapporteringsskipanir
  • dugir at handfara trúnaðarlig viðurskifti og halda freistir
  • dugir væl føroyskt og kanst samskifta á enskum og donskum

Starvs- og lønarviðurskifti
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv við tilvísing til fíggjarstjóran. Arbeiðsstaðurin er í Hoyvík, og starvið hevur fastar freistir, men gevur samstundis góðar møguleikar fyri fleksiblari tilrættislegging av arbeiðstíð og -stað. Tú verður partur av einum lítlum og fakliga sterkum toymi, har dentur verður lagdur á álit og samstarv, og góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist
Ljóðar hetta sum eitt starv fyri teg? Send okkum tína umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl í seinasta lagi sunnudagin 16. august 2026.

Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Søk starvið her.

Samband
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

William Joensen
Fíggjarstjóri
B:. 30 31 09
F: 24 31 09
T: wjo@ft.fo

 

Sonny Joensen
HR-ráðgevi
B:. 30 30 09
F: 24 30 09
T: asj@ft.fo

Líknandi størv

20. juli 2026
20. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið