Viðgerðarstovnurin Frælsi
Útgivið
20. juli 2026
Útgongur
5. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Viðgerðarstovnurin Frælsi søkir eftir starvsfólki til fast starv at byrja tann 01. september 2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, har ið tú ert partur av einum toymi við námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingi, rúsevnisviðgera og løggildum sálarfrøðingi – umframt ófaklærdum. Gerandisdagurin á Viðgerðarstovninum Frælsi er sera fjølbroyttur. Viðgerðartilgongdin er bygd á eina kognitiva atferðarterapeutiska tilgongd og miljøterapeutiska tilgongd. Harumframt er ein stórur partur av viðgerðini bygd á virknisnámsfrøði, førleikamenning og ymisk ítriv.

Sum starvsfólk kemur tú at:

  • Vera partur av viðgerðini av fólki, sum eru í rúsevnisviðgerð
  • Arbeiða í einum sterkum fakligum toymi
  • At menna og eftirmeta viðgerðarætlanina saman við kontaktpersóni og samstarvi við viðgerum, námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingi og sálarfrøðingi
  • Skapa tryggar karmar í gerandisdegnum fyri tey, sum er í rúsevnisviðgerð og taka lut í fjølbroyttum aktivitetum saman við teimum, ið eru í viðgerð
  • Skjalføra viðgerðartiltøk, sum eru í rúsevnisviðgerðini og samskiftið við avvarðandi myndugleikar

Um starvið:
Tú kemur at arbeiða í vaktum, sum eru frá klokkan 08.00 til 20.00. Somuleiðis kemur tú at arbeiða onkur vikuskifti frá klokkan 08.00 til 20.00. Allar vaktir eru 12 tímar. Starvstíðin er svarandi til 0,6 í starvsbrøki.

Førleikar:
Øll við áhuga og førleikum fyri rúsevnisviðgerð eru vælkomin at søkja. Tað er fyrimunir at hava eina fakliga útbúgving innan eitt viðkomandi fakøki.

Eisini verður væntað, at tú hevur:

  • Koyrikort
  • Hevur gott yvirlit
  • Ert ábyrgdarfull/ur
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugur væl at samskifta

Løn:

Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Umsóknarfreist:
Umsóknarfreistin er á middegi tann 05.08.2026.

Fleiri upplýsingar:
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Joan K. Johansen, dagligan leiðara, á tlf. 723569.

Søkja starvið?
Send umsókn til teldupostadressu joan@frh.fo.

 

Viðgerðarstovnurin Frælsi er stovnur á Eiði fyri ungar rúsevnismisnýtarar. Vit hjálpa fólki at koma úr teirra rúsevnatrupulleikum. Frælsi hevur opið allar dagar í árinum og alt samdøgrið. Á stovninum arbeiða námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingur, hjálparfólk og rúsevnisviðgerar og løggildur sálarfrøðingur. Serlækni er eisini tilknýttur.

Líknandi størv

20. juli 2026
20. juli 2026
20. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið