Lýsing
Á MEST koyra vit á og hava nú brúk fyri einum vara forfólki, ið vil rokast saman við okkum.
Um starvið
Vit leita eftir tí rætta persóninum, sum saman við formanninum kemur at skipa dagliga raksturin av maskindeildini á Skála, har 30 fólk starvast. Tú kemur at fyrireika, leiða og lúta út arbeiðsuppgávur til fólki á deildini, og tú verður ein týðandi partur av at tryggja gott og tætt samstarv millum aðrar deildir á MEST.

Tað er eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað og vinnutól.
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv, við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum, í einum mennandi umhvørvi, við møguleika fyri víðari eftirútbúgving/menning.
Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast tilber, og lønin verður ásett sambært avtalu. Starvsstaðurin er á Skála.
Um teg
Tú ert útbúgvin maskinsmiður ella maskinmeistari og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú dugir væl at samskifta bæði á føroyskum og enskum og eisini hevur tú grundleggjandi KT-førleikar, og royndir innan Office forritini..
Sum persónur hevur tú evni at arbeiða sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag, trívist við at hava nógvar bóltar í luftini í senn og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert nærlagdur/nærløgd og er vanur/von at halda tíðfreistir.
Nakað fyri teg?
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal í Soylu, Rakstrarleiðara á tlf. 79 12 51 ella djs@mest.fo
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 01. juni 2025.
Les og søk starvið her: https://mest.totalview.cloud/recruitment/Vacancy/Index/92
Vit eru MEST
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.
Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við