Kringvarp Føroya
Útgivið
27. februar 2025
Útgongur
10. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kringvarp Føroya søkir eftir tveimum sjónvarpsframleiðarum/fotografum til Aktuelt. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstørv.

Sum framleiðari verður tú partur av einum toymi á deildini Aktuelt við framleiðarum, fotografum og klipparum, sum m.a. arbeiða við tíðindum og ítrótti. Arbeiðsøkið er innan framleiðslu, foto, redigering og ljóð. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og skipaðar í vaktum.

Størvini verða sett skjótast gjørligt, og starvssetanin er fram til 1. januar 2026.

FØRLEIKAKRØV:

  • Túhevur útbúgving sum miðlatøkningur ella líknandi, umframt arbeiðsroyndir frá fjølmiðlum.
  • Túskalt hava góðar tøkniligar førleikar og duga grundleggjandi telduforrit.

VIT VÆNTA:

  • attú dugir at skipa arbeiðið væl, soleiðis at ásettar tíðarætlanir halda.
  • attú ert kreativ/-ur, hevur gott hugflog og kanst geva títt íkast á redaktiónunum og framleiðslunum.
  • attú ert kvik/-ur og megnar at arbeiða undir trýsti.
  • attú hevur góð samstarvsevni, ert tolin og kanst arbeiða undir skiftandi arbeiðsumstøðum.
  • attú ert eitt jaligt og arbeiðssamt starvsfólk.
  • attú hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.

VIT BJÓÐA: 

  • eittspennandi, avbjóðandi og mennandi starv í einum kreativum umhvørvi.
  • eittstarv, sum tú kanst seta tín dám á.
  • eittstarv, sum gevur tær innlit í føroyska samfelagið.

SETANARVIÐURSKIFTI:
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett eftir sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Tann, ið settur verður, má tola møguligar broytingar í starvsinnihaldi.

UMSÓKNARFREIST:
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og viðkomandi skjølum, skal sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi 10. mars 2025. Merk teldupostin “Framleiðari” í evnisrútin.

Vilt tú hava meira kunning, ert tú vælkomin at venda tær til Elina Mirjamsdóttir, deildarleiðara á Aktuelt, telefon 296542 ella teldupost elinm@kvf.fo, ella til Bjarnheðin í Hoyvík, leiðandi framleiðara á Aktuelt, telefon 296655.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið