Lýsing
Vil tú vera við til at stýra okkara framleiðslu á góðskingarvirkinum í Sørvági?
Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til okkara framleiðsludeild á góðskingarvirkinum. Talan er um fulltíðarstarv og tú kemur at arbeiða saman við fleiri øðrum starvsfólkum á framleiðsludeildini. Tú kemur at vísa til Jóan Karl Joensen, virkisleiðara
Arbeiðsuppgávur
- Daglig stýring og planlegging av framleiðsluni.
- Ordrastýring í samskifti við søludeildina
- Uppfylging av framleiðslutølum, skrásetingum osv.
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikakrøv
- Ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur telduførleikar
- Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur
- Hevur góðar samskiftisførleikar og dugir at samstarva við onnur
Vit bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv
- Góðar arbeiðsumstøður og -umhvørvi
- Møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
Løn og setunarviðurskiftir
Løn og setanarviðurskifti verða avtalað partana millum. Talan er um fulltíðarstarv og arbeitt verður eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Starvið verður sett skjótast til ber.
Um tú vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jóan Karl Joensen, telefon +298 288260 ella joankarl.joensen@hiddenfjord.com
Umsóknir og CV skulu sendast til joankarl.joensen@hiddenfjord.com í seinasta lagi 24.03.2025
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð og aling á sjónum, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at virkaí samljóði við náttúruna.