Lýsing
Førarar til betongbilar í Norðoyggjum
Vit leita eftir førarum til okkara betongbilar til tunnilsverkætlanina Norður um Fjall. Tú verður partur av einum dugnaligum og royndum starvsfólkahópi, har lyklaorðini eru dygd, trygd og trivnaður.
Arbeiðsøki
Tú fert at koyra og veita betong til okkara egnu verkætlan Norður um Fjall.
Vit vænta, at tú
- ert arbeiðssamur/arbeiðssom
- ert røkin og nærlagdur/nærløgd
- ert álítandi
- ert fleksibul
- hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
- Nútímans útgerð
Løn og setanartreytir
Størvini verða sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, fremleiðsluleiðari á tlf. 216122.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. oktober 2021. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.