Útgivið
22. juni 2021
Útgongur
4. juli 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Frískúlin søkir eftir einum lærara til fulltíðarstarv komandi skúlaár

Ynskir tú eitt spennandi lærarastarv í einum lítlum skúla við eini øðrvísi tilgongd og hugsjón, har einstaki næmingurin er í miðdedplinum? Frískúlin er ein heildagsskúli sum samantvinnar skúlatíð og frítíðarskúla og har náttúra, tónleikur, list, matgerð og spæl er ein sjálvsagdur partur av undirvísingini.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?

Vit sóknast eftir einum lærara til okkara dugnaliga læraratoymi.

Tínir førleikar

  • Tú ert fakliga/námsfrøðiliga sterk/-ur og professionell/-ur
  • Tú dugir væl at arbeiða í toymi
  • Tú tekur lut í dagliga arbeiðinum og samstarvinum

Setanarviðurskifti
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Fá meiri at vita
Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Steinbjørn Hardlei, stýrisformann, steinbjornhardlei@gmail.com ella tlf. 51 21 66.

Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til friskulin@friskulin.fo

Umsóknarfreistin er 4. juli 2021 og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um Frískúlan
Frískúlin er ein lítil skúli til børn úr 1. til og við 6. flokk. Við sínum serstaka bygnaði skapar hann karmar fyri fjøltáttaðum virksemi, sum samantvinnar fleiri tilboð í einum samanhangandi heildagsskúla fyri øll. Aðalmálið er at møta einstaka heila barninum, har tað er, og geva tí bestu fortreytir at læra og búnast í samljóði við egnan tørv og menning. Skúlin leggur tí stóran dent á tíð til læring við áherðslu á tað kognitiva, sosiala/etiska, fysiska og musiskt/listarliga. Starvsfólkini fevna um lærarar, námsfrøðingar, tónleikalærarar og listafólk, sum í tøttum samstarvi leggja skúlavirksemið til rættis. Skúlin er skipaður í tríggjar bólkar við tveimum lærarum. Frískúlin varð stovnaður í 2007. Hann byggir á drúgvar royndir í verki og mennir seg støðugt sum ein tíðarhóskandi skúli í síni samtíð.

Serstakt fyri Frískúlan er tilgongdin til alt virksemi, sum eisini gongur tvørtur um floks- og fakmørk við denti á tvørgreinaligum arbeiði. Hvør dagur fylgir sama leisti við hóskandi skifti millum ymiskar tættir í skúladegnum, sum eisini laga seg eftir natúrliga tørvinum hjá barninum. T.d. eru útispæl ein tíma hvønn morgun og felags matarsteðgir í ein hálvan tíma við búgvið borð liðir í skipaðu menningini av heila barninum. Hvør dagur hevur harumframt serstakar fyriskipanir fyri einstaka barnið sum tónleikaundirvísing og í smærri bólkum matgerð eftir tørni. Endamálið er, at barnið skal læra at síggja meining í størri heildini bæði í síni egnu læring og í felagsskapinum, sum tað skal kenna seg partur av og føla ábyrgd fyri.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið