Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt farloyvisstarv fulla tíð at seta frá 01.02.2025 til 15.02.2026. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Starvsstaðurin er í Havn.
Um deildina
Høvuðsuppgávan hjá HR-deildini er at ráðgeva og stuðla øllum leiðsluløgum í Almannaverkinum innan HR-økið og harvið tryggja øllum starvsfólkum røtt setanarviðurskifti og eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi. Vit arbeiða støðugt fyri, at Almannaverkið skal vera eitt væl umtókt arbeiðspláss. Umframt deildarleiðaran starvast átta fólk á deildini.
Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi í HR-deildini fert tú at arbeiða við setanarrætti, sáttmálaviðurskiftum og fyrisitingarrætti. Tú fært møguleika at arbeiða bæði við yvirskipaðum løgfrøðiligum spurningum og heilt ítøkiligum støðum.