Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Føroya Fuglafrøðifelag
Útgivið
17. februar 2025
Útgongur
7. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Føroya Fuglafrøðifelag søkir dugnaligan avloysara til starvið sum fyrisitingarstjóri til náttúru- og umhvørvisarbeiði.

Starvið
Starvið fevnir m.a. um vanligt skrivstovuhald, at varpa ljós á aðalmálini hjá felagnum, og at søkja fígging til víðari arbeiði hjá felagnum. Hetta inniber at skipa fyri tiltøkum, at leggja tilfar á heimasíðu og sosialir miðlar, og at samskifta við viðkomandi myndugleikar, fyritøkur og grunnar innan- og uttanlands. Tú hevur harumframt ábyrgdina av bókhaldinum og limasambandinum. Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið.

Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú innan fyrisiting, skrivstovu, samfelagsfrøði, lívfrøði ella líknandi. Tað hevur týdning, at tú hevur góðan kunnleika fyri samfelagsviðurskiftum, og áhuga fyri náttúruviðurskiftum.
Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja, men viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur, sum t.d. royndir innan samskifti ella marknaðarføring. Stórur partur av samskiftinum er við útlendskum og internationalum grunnum og feløgum, og tú skalt tí duga væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum, bæði á skrift og í talu. Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði, og ert roynd/ur við at arbeiða innan størru sosialu miðlunum.
Tú hevur góð samstarvsevni, umframt góð evni at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert ágrýtin, væl skipað/ur, og tær dámar væl at skipa fyri og seta nýggj átøk í verk.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um barsilsfarloyvisstarv, og starvstíðin er avmarka til 6. marts 2026. Starvssetanin er fleksibul, og kann verða upp til 80% í fyrstu atløgu, umframt at brøkurin kann broytast í starvstíðini alt eftir fígging ella avtalu millum starvsfólkið og felagið. Viðkomandi, ið verður settur, má tí tola møguligar broytingar í starvinum. Starvsstaðurin er í Tórshavn, men við góðum møguleikum at arbeiða heimanífrá, og arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við nevndina hjá Fuglafrøðifelagnum.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, og verður sett skjótast gjørligt. Umsókn við avriti av prógvum, lívsrensli o.ø. skal vera Fuglafrøðifelagnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. mars 2025. Umsóknin skal sendast á teldupost: fuglafrodifelagid@gmail.com.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Dianu Kongsbak, fyrisitingarstjóra, teldupostur fuglafrodifelagid@gmail.com, tlf. 223604.

Um Føroya Fuglafrøðifelag
Fuglafrøðifelagið er áhugafelag frá 1984. Endamál felagsins er at verja føroyskar fuglar og teirra búøki, og at stimbra áhuga í fugli, lívfrøðiligum margfeldi og náttúru sum heild. Fuglafrøðifelagið tosar fyri verju av økjum í Føroyum, sum hava avgerandi týdning fyri fugl og náttúru. Vit skipa fyri árligum útferðum fyri limirnar, umframt øðrum almennum tiltøkum. Vit framleiða tilfar um fugl, sum kann nýtast í almennum útbúgvingarog upplýsingarhøpi, og ráðgeva fólki eftir besta førimuni um, hvussu farast skal um fugl og náttúru. Harafturat
stuðla vit gransking og verkætlanum, sum kveikja vitan um fugl í Føroyum.

Fuglafrøðifelagið eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.
Tú kanst lesa meira um Føroya Fuglafrøðifelag her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið