VEKS
Útgivið
12. december 2024
Útgongur
2. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein parturav okkara kveikjandi terapeutiska toymi

Søkt verður eftir:

➣ 1 fysioterapeut fyri fysioterapeut í barnsburðarfarloyvi til terapeutiska toymið hjá VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Sum partur av terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við 3 fysioterapeutum, 3 ergoterapeutum og einum hjálparfólki. Terapeutiski leiðarin er fysioterapeutur.

Endamál
Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:

  • Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.
  • Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.
  • Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.
  • Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.
  • Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.

ARBEIÐSUPPGÁVUR:

  • At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.
  • Gera førleikametingar.
  • Endurvenja og/ella endurmenna borgarar, ið eru komnir á eitt lægri førleikastøði.
  • At viðvirka til trivna og fakliga menning í toyminum.
  • At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.

Sum partur av terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS bjóðar borgarum sínum.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.

FØRLEIKAKRØV:

  • Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur.
  • Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
  • KT- førleika á brúkarastøði.
  • Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni.

SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið verður at seta pr. 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”. Umsóknarfreistin er hósdagin tann 2. januar 2025 klokkan 12.

Samrøður kunnu væntast at verða í viku 2-3 ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244, ella við telduposti til veks@veks.fo.

VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti. Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið