Lýsing
Tú kanst gerast partur av eini spennandi burðardyggari verkætlan!
Vága kommuna leitar eftir einum eldhugaðum og dugnaligum gartnara til eitt verkætlanarstarv, at menna staðbundna framleiðslu av grønmeti og frukt í Føroyum. Starvið er knýtt at einari størri granskingarverkætlan saman við Fróðskaparsetri Føroya, sum skal styrkja sjálvbjargni, burðardygd og trivnað í kommununi – í tøttum samstarvi við dagstovnar og vísindafólk.
Høvuðsuppgávur:
Standa fyri framleiðslu av grønmeti og frukt í vakstrarhúsinum í Sandavági og á økinum uttanfyri
Samskipa luttøku hjá dagstovnum í Vága kommunu og veita vegleiðing til børn, starvsfólk og onnur
Skipa fyri verkstovum og luttaka á tiltøkum saman við dagstovnum og samstarvspørtum
Menna burðardyggar arbeiðshættir og stuðla undir trivnað, inklusjón og vitanarmenning í verkætlanini
Luttaka í verkætlanartoyminum og samstarva við vísindastarvsfólk frá Fróðskaparsetrinum
Luttaka í miðlan av verkætlanarúrslitum, m.a. framleiða bóklingar og frágreiðingar um verkætlanargongdina og grøna roknskapin
Førleikakrøv:
Útbúgving sum gartnari ella líknandi, ynskiligt um tú hevur royndir innan grønmetisframleiðslu
Áhugi fyri burðardygd, náttúru og samspæli millum fólk og umhvørvi
Góð evni at samskifta og samstarva við ymiskar aldursbólkar
Evni at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og tryggja framdrift í einum fjølbroyttum umhvørvi
Hegni at leggja til rættis, samskipa og gjøgnumføra tiltøk og verkætlanir
Vit bjóða:
Eitt áhugavert starv í eini nýhugsandi og framskygdari kommunu
Høvi at gerast ein týðandi partur av einari burðardyggari menningarætlan í Føroyum
Tætt samstarv við serfrøðingar innan námsfrøði, náttúruvísindi og samfelagsmenning
Góð starvsviðurskifti og møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Verkætlanarstarvið er 30 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað í 1 ár, frá 1. januar 2025 til 31. desember 2025.
Umsóknarfreist:
Freistin at søkja starvið er týsdagin 10. desember 2024
Umsóknir og møguligar spurningar skulu sendast til:
Søk starvið her á síðuni við at klikkja á SØK á høgru síðu. Spurningar um verkætlanina kunnu sendast til Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra á jhe@vaga.fo.
Ver við at leggja lunnar undir burðardyggari framtíð í Vága kommunu!