Lýsing
Ynskir tú at gerast okkara nýggja goymslufólk - við møguleika fyri at bæði koyra vørubil og lastbil?
So leita vit eftir tær!
Landshandilin er ein heilsøla, sum umboðar eitt breitt og spennandi úrval av vørum til føroyska marknaðin. Vit eru serkøn innan drekkivørur, søtmeti, kakur og keks. Eitt livandi vøruúrval saman við best møguligu tænstuni eru kjarnin í okkara virksemi.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
- Goymsluarbeiði og móttøku av vørum.
- Avgreiðsla og pakking av ordrum.
- Útkoyring kring landið við vørubili.
- Hjálp sum eyka lastbilførari.
- Hóast arbeiði er á goymsluni, so hevur tú tætt samstarv bæði við sølutoymið og skrivstovufólk í ymsum viðurskiftum.
Vit vænta av tær:
- Tú hevur bil- og lastbilkoyrikort (B/C).
- Tú ert røkin, skipað/ur og hevur lætt við at samstarva.
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
- Royndir innan goymslu og/ella koyring er ein fyrimunur.
Vit kunnu bjóða tær:
- Ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag.
- Eitt sterkt toymi og góðar arbeiðsumstøður.
- Møguleika at menna teg í starvinum.
- Fast starv fulla tíð.
- Starvs- og lønarviðurskiftir sambært nærri avtalu.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Ingvard Vang, heilsøluleiðara, á tlf. +298 221385 ella á ingvard@landshandilin.fo Freistin at søkja starvið er 17. Okt 2025.