Lýsing
Talan er um 32-40 tímars arbeiði í einari fyritøku við vaksandi virksemi. Krav er at tú hevur koyrikoyrt til persónsbil og trukk, umframt starvsroyndir á goymslu.
Høvuðsuppgávurnar eru:
- Vørumóttøka, pakking og umpakking
- Vøruframtøka, útflýggjan og útkoyring
- Gera skrásetingar og uppteljingar til goymsluskipanina
- Verða við at skipa og røkta goymsluna.
- Umframt aðrar fyrifallandi arbeiðsuppgávur
Vit vænta at tú
- Gongur neyvt uppí skásetingar, smálutir og nágreinligheit
- Hevur gott yvirlit og sans fyri tølum og mongdum.
- Er væl álítandi, skipað/ur og røkin
- Saman við starvsfólkatoyminum vilt arbeiða fyri góðum arbeiðsumhvørvi og kundanøgdsemi.
- Hevur koyrikort til bil og trukk.
Um okkum.
Við fleiri enn 6000 ymsum vørum á stórari vælskipaðari goymslu, vørumóttøku hvørja viku, ordraframtøku, útleiðing og útkoyringing er starvið á okkara goymslu ein sera týdningarmikil liður í øllum okkara virksemi.
Handilsfyritøkan Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946. Millum fólk eru vit kend, sum Thomas Dam á Hálsi og reka vit heilsølu, handlarnar Hegns- & náttúrubúðina og Veitslu- & køksbúðina umframt netbúðina thomasdam.fo. Vit halda til á Heykavegi 3 á Hálsi í Havn. Í løtuni eru vit 11 starvsfelagar og vit leggja okkum eftir dygd, funktionaliteti, burðardygd, menning og trivna.
Hevur starvið tín áhuga send okkum eina umsókn á post@thomasdam.fo
Hevur tú spurningar kanst tú ringja 211428.
Umsóknarfreist er 20.august 2026.
Løn sambært avtalu.
Starvið verður sett so skjótt skikkaður umsøkari er funnin.
Thomas Dam á Hálsi
Heil- og smásøla.
Heykavegur 3
Tórshavn
Tlf: 311400