Roknskaparfelagið Skrásettir grannskoðarar Sp/f
Útgivið
8. oktober 2025
Útgongur
3. november 2025
Staður
J. C. Svabosgøta 48, P.O. Boks 2210, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
olaf@roknskap.fo

Lýsing

Vit leita eftir einum røskum og ágrýtnum grannskoðara, at taka við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum.

VIT VÆNTA

  • Tú hevur royndir í grannskoðan og roknskapi
  • Tú hevur cand. merc. aud. ella líknandi útbúgving
  • Tær dámar tøl, hevur áræði og vilt menna nýggjar førleikar
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott eyga fyri smálutum

VIT BJÓÐA TÆR

  • Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum lívligum arbeiðsumhvørvi.
  • Møguleika at byggja víðari uppá eina sterka fakliga útbúgving
  • Løn eftir avtalu

UMSÓKN
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. november 2025.
Starvið byrjar eftir ætlan 1. januar 2026.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo.

Umsóknir skulu sendast umvegis Alfred ella beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.

UM OKKUM
Vit eru 13 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving

Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.

VIT GLEÐA OKKUM AT HOYRA FRÁ TÆR!

Líknandi størv

7. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið