Lýsing
Til handilin á Tvøroyri hava vit tørv á einum starvsfólki til eitt starv á áleið 35 tímar um vikuna.
Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at hjálpa og ráðgeva kundum, um tey hava tørv á tí, at fylla upp í handlinum, at avgreiða kundar við kassan og at hjálpa til við at halda handilin reinan og ruddiligan.
Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur.
Hjá okkum fær tú eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum og ein fjølbroyttan gerandisdag, tí arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar.
Kundi tú hugsa tær at verði partur av toyminum á Tvøroyri, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2307.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Bjarmu Lisberg, handilsleiðara, á telefon 233447.