Lýsing
Til Bónus á Tvøroyri leita vit eftir einum starvsfelaga til eitt starv í dagtímunum.
Vit ynskja okkum ein fyrikomandi starvsfelaga, ið er arbeiðssamur og ábyrgdarfullur. Tú verður partur av einum toymi, ið arbeiður fyri, at kundin altíð fær bestu tænastuna, at kundin lætt finnur ta vøruna, honum tørvar, og at handilin altíð er innbjóðandi at koma inn í.
Tú kemur í eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum og tú fær ein fjølbroyttan gerandisdag, har arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar.
Arbeiðstíðin um vikuna er áleið 35 tímar, mánadag til fríggjadag og ein leygardag um mánaðin.
Ynskir tú at gerast partur av toyminum á Tvøroyri, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2363.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Bjarmu Lisberg, handilsleiðara, á telefon 233447