Á handilar
Útgivið
13. august 2022
Útgongur
27. september 2022
Staður
Sigmundargøta 1 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á søkir eftir einum ágrýtnum handilsleiðara til Á handilin í Sigmundargøtu, at byrja 1. oktober, ímeðan verandi leiðari fer í barnsburðarfarloyvi í eitt ár, umframt at verða leiðari í handilinum er tú eisini partur av leiðslutoyminum í PE Samtakinum. Vit vænta at tú ert arbeiðsamur/som, dugir væl at samstarva og dugir væl at veita kundum okkara ta bestu tænastuna.

Førleikakrøv
Søkt verður eftir einum handilsleiðara við útbúgving innan matvøruhandil ella royndir við leiðslu í matvøruhandli.

Vit vænta
At rætti umsøkjarin dugir væl at taka ábyrgd í einum starvsfólkahópi, sum leggur nógv fyri hvønn dag. Rætti umsøkjarin hevur eina góða samanseting av fakligum treiskni, fyrisitingarligum og
fíggjarligum hegni og nøs fyri trivnaðinum hjá kundum og starvsfólki.

Setanar- og lønarviðurskifti.
Løn sam. avtalu + góða bonus avtalu.

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skulu sendast til pe@pe.fo

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. September, Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petur Eirik Djurhuus tlf. 511346, ella Hallur Djurhuus tlf. 564000.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið