Lýsing
Søkt verður eftir tveimum heilsurøktarum til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.
Heimatænastan
160-180 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 30 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvi við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.
Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og endurmenning, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144499