Vesturvón
Útgivið
30. september 2024
Útgongur
12. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú er møguleiki hjá tær at fáa starv hjá okkum. Hvønn dag veita vit tænastu til húsfólk okkara, og eru vit fleiri ymiskir fakbólkar sum hvør sær gera mun.

Saman ynskja vit at tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Vit eru rúmlig og ynskja at tillaga okkara arbeiðsorku best møguligt. Ynskir tú til dømis helst at arbeiða bara um kvøldi/náttina ella bara dagvaktir, so lat okkum frætta frá tær, so hyggja vit uppá hetta.

Søkt verður eftir:

  • 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 1,0 at byrja 1. novembur 2024. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
  • 2 heilsuhjálparum til fast starv á starvsbrøk 1,0 at byrja 1. novembur 2024. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

Førleikakrøv:
Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
Prógv sum heilsuhjálpari

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða innan eldrarøkt
  • Hevur evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

Vit bjóða:
Eitt gott arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag.
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.
Góða innleiðslu.

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Guðruna Gudmundsen, deildarleiðari á tlf. 665720 ella á teldupost: gudrung@vesturvon.fo

Setanarviðurskifti:
Arbeiðstíðir verða avtalaðar við setan. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya/Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF.

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær rættin at seta hjálparfólk.

Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk Miðstova”

Umsóknarfreistin er 12. oktobur 2024.

Líknandi størv

19. december 2024
Samskipari til Heimatænastuna   Faroe Islands nýtt
11. december 2024
6. december 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið