Tórshavnar kommuna
Útgivið
17. juli 2026
Útgongur
10. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ynskir tú at gerast ein partur av okkara starvsfólkahópi? Ynskir tú at menna tínar fakligu førleikar og royndir innan demensøkið? So er tað tær vit leita eftir til Kristianslon.

Kristianslon er demensdeild, har búfólk 12 fólk og 5 umlættingarpláss. Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, demensdeildin Kristianslon, dag- og kvøldtilboðið Tjarnarlon og kommunala demenssamskipanin eru partur av deplinum.

Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.

Á Demensdeplinum verður dentur lagdur á, at starvsfólk stuðla undir lívsgóðskuni og samleikanum hjá búfólkunum. Demensrøktin er tillagað hvønn einstaka fyri at tryggja ein tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Tilvitskan um persónligar eginleikar og fakligu dygdina hava stóran týdning fyri demensrøktina. Arbeitt verður støðugt við at tryggja og menna dygdina, og dentur verður lagdur á at arbeiða viðurkennandi og samstarvssinnað, so búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Kommunala demenssamskipanin er knýtt at Demensdeplinum, har veitt verður ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið við demenssamskipanini er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku.

Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Líknandi størv

Starvsfólk til Garðastovu   Faroe Islands nýtt
17. juli 2026
17. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið