Lýsing
Brennur tú fyri móta, arbeiðir tú sjálvstøðugt, og torir tú at taka ábyrgd?
So er tað kanska tær vit leita eftir til handil okkara
Vit søkja eftir tveimum starvsfólkum:
- einum at arbeiða tveir seinnapartar um vikuna, umframt 1 til 2 leygardagar um mánaðin
- og einum at arbeiða 15–20 tímar um vikuna. Hetta er eitt tíðaravmarkað starv, av tí at eitt av okkara starvsfólkum fer í barnsburðarfarloyvi.
Tú kemur at seta tín dám á handilin, og títt áræði, kreativitetur og estetiski sansur eru týdningarmikil fyri at halda handilin á einum høgum støði.
Fyrimunur er, um tú hevur royndir innan eitt ella fleiri av hesum økjum: illustrator/framleiðslu, binding/bindiuppskriftir og sosialar miðlar/marknaðarføring. Hetta er tó ikki eitt krav.
Vælkomin at seta teg í samband við okkum, um hetta hevur tín áhuga.
Send gjarna ein teldupost til beinta@einstakt.com har tú greiðir frá tínum royndum og hví tú ert rætti persónurin til starvið.
Freistin at søkja er 12 januar 2026
Vit gleða okkum at hoyra frá tær