Lýsing
Vesturvón leitar eftir einum eldhugaðum og samstarvssinnaðum hjálparfólki til ergo- og fysioterapiina.
Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vága kommunu.
Aðalmálið hjá Vesturvón er, at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru, og at tryggja at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.
Fyri at røkka hesum, verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi.
Í terapeuttoyminum hjá Vesturvón starvast í løtuni ein deildarleiðari, ein ergoterapeutur og tveir fysioterapeutar. Vit hesum starvinum økja vit um starvsfólkahópin við einum hjálparfólki.
Søkt verður eftir:
- Hjálparfólki í tíðaravmarkað starv á starvsbrøk 1,0 frá 1. apríl 2025 til 31. mars 2026. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøki.
Førleikakrøv
- Kann vera ein fyrimunur at hava heilsufakliga útbúgving ella útbúgving innan venjing ella ítrótt.
- Koyrikort er ein treyt.
Uppgávurnar verða:
- Veita venjing til búfólk á røktarheiminum og til heimabúgvandi borgarar í samráð við terapeutarnar.
- Luttaka í fyribyrgjandi tiltøkum til borgaran bæði einstakliga og í bólkum
- Aðrar fyrifallandi uppgávur, so sum viðlíkahald av venjingartólum, koyring av borgarum til og frá venjingum
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhugað í at arbeiða samsvarandi okkara málum
- Hevur áhuga og kann standa fyri venjingum av borgarum, við vegleiðing frá ergo- og fysioterapeutunum
- Hevur evni at virka og arbeiða sjálvstøðugt eins væl og tvørfakligt
- Dugur væl at samskifta, bæði við borgaran, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
- Tolir broytingar og er opin fyri nýggjum avbjóðingum
- Hevur telduførleikar á brúkarastøði
- Megnar ein aktivan arbeiðsdag við fysiskum venjingum
Vit bjóða tær:
- Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
- Eitt mennandi starv
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita við at venda sær til Ingunn Hansen, deildarleiðara á tlf. 665760.
Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og avvarandi fakfelag. Setanarstaður er Vesturvón.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo
Viðmerk: “Umsókn hjálparfólk til ergo- og fysioterapeiina.
Umsóknarfreistin er 28.03.2025.