Lýsing
Frítíðarskúlin liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit skipa karmarnar so, at børn og vaksin trívast, hava tað stuttligt og mennast. Á Stovninum ganga 42 børn 1 - 3 flokk. Tað arbeiða 4 námsfrøðingar og 3 hjálparfólk á stovninum. Vit arbeiða í felag um at menna stovnin. Vit raðfesta námsfrøðiliga dygd, tí er tíð til fyrireiking og eftirmeting ein partur av arbeiðnum. Somuleiðis hava vit fagliðar fundir um ymisk evnir innan fyri tað námsfrøðiligu og persónligu menningina.
Um starvið
Starvi er eitt tíðaravmarkað starv frá 1 januar 2025 til 1 juli 2025. Tímatalið er 25 tímar um vikuna. Tú kemur at arbeiða saman við fýra námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum.
Vantanir
Vænta verður, at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja mennandi møguleikar.
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- At verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
- Eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
- At verða luttakandi í einum stovni í menning
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til borgarhjort@sorvag.fo í seinasta lagi 28 novembur 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Borgarhjørt, leiðara, tlf 233248.
Starvssetanin er treytað av at barnaváttan fæst.