Rúsdrekkasøla Landsins
Útgivið
17. september 2024
Útgongur
6. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Til handil okkara í Havn søkja vit eftir dugnaligum og arbeiðssomum hjálparfólki at arbeiða upp til 15 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Handilin í Havn er ein týðandi partur av okkara virksemi og stendur fyri størsta partinum av søluni í Føroyum.

Tín høvuðsuppgáva verður at hjálpa til við dagligu uppgávunum í handlinum, so sum at avgreiða vøru, fylla vørur upp, sita við kassan og aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vit ynskja, at tú

  • Er nærløgd/lagdur
  • Er fyrikomandi og hevur eitt jaligt sinnalag
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi

Vit kunnu bjóða tær

  • At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning
  • Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
  • Upplæring í vørum og skipanum okkara

Umsøkjarin skal vera minst 18 ár.

Arbeiðstíð- og stað
Tín arbeiðsstaður verður í handlinum í Miðlon í Havn.
Arbeiðstíðin er upp til 15 tímar um vikuna í skiftandi vaktum í tí tíðarrúminum, tá handilin er opin, harímillum vaktir leygardagar. Eisini er neyðugt, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira upp undir høgtíðir og til størri tiltøk.

Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn saman CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. oktober 2024 á midnátt og skal sendast við telduposti til starv@rusan.fo.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kasper Skovlund, handilsleiðara í Havn, á 290411 ella Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.

Líknandi størv

19. september 2024
19. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið