Atlantic Airways
Útgivið
14. juni 2024
Útgongur
30. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú útbúgving ella royndir at starvast við HR, ella ert tú kanska nýútbúgvin á økinum og kundi hugsað tær at ment teg í eini serstakari vinnu í Føroyum – flogvinnuni - so hevur tú møguleikan nú.Atlantic Airways sóknast eftir ágrýtnum og analytiskum starvsfólki til HR- & fyrisitingardeildina. HR- & fyrisitingardeildin hevur ábyrgdina av starsfólka- og HTU-økinum, umframt at deildin eisini hevur um hendi ymiskar fyristingarligar uppgávur hjá felagnum.

Um starvið

Árstíðarsveiggini í vinnuni hava við sær, at nógv nýggj starvsfólk verða sett á hvørjum ári, og tí er tað ein fyrimunur, um tú hevur áhuga og royndir við starvssetanum. Talan er um eitt fyrisitingarligt starv, har tú kemur í samband við nógv ymisk menniskju uppá tvørs av nógvum ymiskum starvsbólkum.Sum partur av HR- og fyrisitingardeildini, verður tú ein týðandi partur í at tryggja eina góða starvsfólkastýring. Tínar høvuðsuppgávur fevna millum annað um:

  • Starvsfólkaviðurskifti: Ráðgeva leiðarar og starvsfólk í øllum viðurskiftum í sambandi við starvssetanir, starvsfólkapolitikk og trivnað v.m.
  • Løn- og setanarviðurskifti: Handfaring av setanarskrivum, løn, fráboðanir og ymisk setanarviðurskifti annar
  • Starvsfólkamenning: Samskipan av innnanhýsis skeiðum, útbúgvingar- og menningarmøguleikum í samráð við leiðararnar í felagnum
  • ESG (Environmental, Social, and Governance): Stuðla undir og fremja felagsins strategi fyri burðardygd, samfelagsábyrgd og góðum stýringshátti, bæði innanhýsis og úti í samfelagnum
  • HTU (Heilsa, Trygd og Umhvørvi): Tryggja, at felagið fylgir galdandi lógum og reglugerðum innan heilsu, trygd og umhvørvi, umframt at fremja átøk, ið stuðla undir trivnað á arbeiðsplássinum
  • Fyrisiting: Daglig umsiting, skráseting og handfaring av ymsum skjalfestum tilgongdum, umsiting av vitjanum v.m.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú hevur:

  • Útbúgving og/ella royndir innan HR, HTU ella annað viðkomandi øki
  • Royndir og innlit í setanar- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti
  • Vitan um og áhuga fyri ESG-arbeiði
  • Gott yvirlit, skipaðan arbeiðshátt og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum bæði í skrift og talu

Persónligir eginleikar

Vit leita eftir einum persóni, sum:

  • Er ágrýtin og samstarvssinnað/-ur
  • Er álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Ynskir at menna seg innan HR-økið
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og eisini dugir væl at arbeiða í toymi
  • Hevur góð analytisk evni
  • Er fleksibul og torir at taka ábyrgd
  • Hevur góð evni at samskifta við starvsfólk á øllum stigum í fyritøkuni

Vit bjóða

Vit bjóða eitt spennandi starv í einari fyritøku í støðugari menning. Tú verður partur av einum framsøknum toymi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvsstaður o.a. Talan er um fulltíðarstarv, og starvsstaðurin er skrivstovu okkara á Vága Floghavn. Løn sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn

Hevur tú hug at søkja starvið, trýst so her. Umsóknarfreistin er sunnudagin 30. juni 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli.

Vilt tú vita meira?

Vinaliga set teg í samband við Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á tlf. 213702 ella á elin@atlantic.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið