Útgivið
24. august 2021
Útgongur
8. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

J&K Petersen Contractors søkir eftir sjafføri til kranabilskoyring.

Starvslýsing
Vegna ta at okkara sjafførur er farin í annað starv í felagnum, verður søkt eftir sjafføri til kranabili okkara. Talan er um sjafførstarvið til bilin Volvo 540.

Sum sjafførur kemur tú at virka innan nógv arbeiðsøki í felagnum. Tínar arbeiðsuppgávur verða at servicera byggipláss.

Starvið er sera sjálvstøðugt og kemur tú tí at stýra arbeiðinum nógv sjálvur.

Arbeiðsuppgávur:

  • Servicerað arbeiðspláss.
  • Viðlíkahald, eftirlit og reinhald av bilinum.

Krav:
Galdandi koyrikort til lastbil og kranacertifikat D.

Løn:
Sambært avtalu.

Møgulig umsókn skal sendast við maili á: starv@jkp.fo. Til ber eisini at søkja starvið við at ringja til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Starvi verður sett so skjótt vit finna tann.

Um J&K Petersen:

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið