Smyril Line
Útgivið
15. april 2025
Útgongur
4. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú maskinmeistari ella maskinistur og manglar tær siglingstíð? So hevur tú nú ein spennandi møguleika at gerast partur av okkara toymi. Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og arbeiðssomum juniormeistara at byrja hálvan mai 2025.

Sum juniormeistari hjá Smyril Line verður tú partur av einum toymi við royndum og dugnaligum starvsfeløgum, sum syrgja fyri, at tú fært eina góða upplæring.

Arbeiðsuppgávur á maskindeildini
Arbeiðsuppgávurnar á maskindeildini eru at tryggja maskinrakstur og viðlíkahald, umsiting av viðlíkahaldsskipan og innkeyp. Sum juniormeistari verður tú partur av vaktarskipanini á deildini.

Vit sóknast eftir tær, sum:
• Hevur lokið prógv sum maskinmeistari ella maskinistur
• Manglar siglingstíð
• Ert arbeiðssom/samur og ágrýtin

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 4. mai 2025, og starvsbyrjan er hálvan mai 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðu HER.

Hevur tú spurningar til starvið?
Ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karin Katrinu Liliendahl, HR-umsitara, á tlf. 345951 ella á teldupost karinkatrina@smyrilline.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið