Lýsing
Juniormeistari til Smyril Line
Ert tú maskinmeistari ella maskinistur og manglar tær siglingstíð? So hevur tú nú ein spennandi møguleika at gerast juniormeistari hjá Smyril Line, sum í løtuni byggir tvey nýggj farmaskip, umframt nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn.
Smyril Line sóknast eftir einum ágrýtnum, eldhugaðum og fyrikomandi juniormeistara at byrja 23. august 2026.
Arbeiðið sum juniormeistari á maskindeildini
Arbeiðsuppgávurnar fevna um at tryggja ein støðugan og tryggan maskinrakstur, viðlíkahald, umsiting av viðlíkahaldsskipan og innkeyp.
Sum juniormeistari verður tú partur av einum toymi við royndum og dugnaligum starvsfeløgum, sum syrgja fyri, at tú fært eina góða upplæring og gott innlit í virksemið í maskinrúminum. Eisini verður tú partur av vaktarskipanini á deildini.
Vit sóknast eftir tær, sum:
- Hevur lokið prógv sum maskinmeistari ella maskinistur
- Manglar siglingstíð
- Ert arbeiðssom/samur, álítandi og hevur hug at læra
Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip.
Umsóknarfreistin er 9. august 2026, og starvsbyrjan er 23. august 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðu HER
Hevur tú spurningar til starvið?
Ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth í Nesinum, HR-ráðgeva, á tlf. 34 59 52 ella á teldupost hr@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu og farmaskipini Mykines og Glyvursnes. Harumframt rekur reiðaríið farmaskipið Lista. Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.