Lýsing
Matarskipanin á skúlatrøð søkir eftir køkshjálp, til at byrjað 12. august 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið er 35 tímar um vikuna, gerandisdagar millum kl. 07.00 til 15.00.
Starvið sum køkshjálp umfatar ein stóran part av tí dagliga virkseminum í køkinum, við lættari matgerð, borðeiða, vaska upp, vørumóttøku og reingerð o.a.
Førleikar
- Ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
- Ert ábyrdarfull/ur og álítandi
- Ert arbeiðssom/samur og røkin
- Evni til at samstarva og arbeiða sjálvsstøðugt
- Góðan hugburð til heilsgóðan kost
- Royndir innan køk og reingerð kunnu vera ein fyrimunur
- Trívist í einum umhvørvi við børnum og ungum
Á Skúlatrøð ganga á leið 750 næmingar, sum fáa bjóðað eina heilsugóða millummáltíð. Vit leggja stóran dent á góðskuna og føðsluvirði í mati og máltíðunum. Samstundis ynskja vit at virða umhvørvið við at skipa matarskránna eftir árstíðini og gagnnýta okkara føroyska tilfeingi. Harafturat endurnýta matin við tí endamálið at avmarka matoyðsl.
Vit bjóða eitt arbeiðspláss, ið er skapandi, lívsjáttandi og lleggja dent á stabiliteti við góðum starvsfólki.
Køkurin er partur av eini størri heild, har tað er týdningarmikið at fáa góðar relatiónir og samstarv við bæði næmingar, starvsfólk og foreldur.
Setanarviðurskifti
Talan er um starv á 35 tímar um vikuna, arbeiðstíðin er millum kl. 7.00 og 15.00 og fylgir í stóran mun skúlaárinum. Løn og setanarviðurskifti eru sambært avtalu ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Klaksvíkar arbeiðskvinnu-/mannafelag.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lovisu Lassen, kostfakligur samskipari á Skúlatrøð, á tel. 780209 ella umvegis teldupost: lovisal@klaksvik.fo.
Umsóknir
Umsóknarfreistin er sunnudagin tann 23. juni 2024.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Køkshjálp til matarskipanina á skúlatrøð