Hotel Vágar
Útgivið
21. maj 2025
Útgongur
1. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Køkurin á Hotel Vágum leggur størsta dent á at veita framúr matupplivingar – tí leita vit eftir ágrýtnum og nærløgdum køkshjálparum til okkara vistaveiting, kantinu- og morgunmatarvirksemi.

Vit bjóða
Tú verður partur av serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða. Hetta er eitt mennandi, fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss, har eingin dagur er eins. Hotellið hevur helst besta og nýggjasta køk í landinum og tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið hotel, har bæði ferðin og krøvini eru høg.

Starvi fevnir seg um at gera vistaveiting til flogfør, kantinur og annað, umframt at gera morgunmat til gestirnar á hotellinum.

Vit vænta at tú
• Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
• Brennur fyri at veita høga góðsku, har reinførið er í hásæti
• Dámar væl at arbeiða í skiftandi vaktum og við skiftandi uppgávum
• Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi

Setan
Starvi er í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum. Løn og setanartreytir sambært sáttmála á økinum.
Til tess at kunna arbeiða við vistaveiting á hotellinum er krav um reina revsiváttan.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 01.06.2025. Samrøður verða stutt eftir tað. Byrjanardagur er skjótast gjørligt. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
Fyri meira kunning um starvi ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo ella við Nely Balid Haraldsen, vistaveitingleiðara á nely@hotelvagar.fo.

Um okkum
Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og á várið 2024 læt stásiliga hotellið upp. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit sera spent uppá komandi tíðina á hotellinum.

Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið