Glasir
Útgivið
13. januar 2026
Útgongur
27. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir einum kokki til Glasir, ið ynskir at seta sín dám á menningina av køkinum á Føroya størsta útbúgvingarstovni, og sum ynskir at skapa bestu karmarnar fyri dygdargóðari læring. Starvsbyrjan er 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu.

Í køkinum á Glasi miðja vit ímóti at bjóða vælsmakkandi, heilsugóðan og fjølbroyttan mat til okkara mongu næmingar, lærlingar og lesandi. Vit hava umleið 700 vitjandi í kantinuni um dagin. Vit eru tilsamans 10 starvsfólk í køkinum, og vit borðreiða við morgunmati, heitum døgurða, ymiskum skundverðum og øðrum. Harumframt veita vit tænastu til innanhýsis fundir og tiltøk. Vit leggja stóran dent á at minka um matoyðsl.

Arbeiðið fevnir m.a. um:
Tín høvuðsábyrgd verður at fyrireika og matgera heilsugóðar og vælsmakkandi heitar rættir hvønn gerandisdag. Saman við køksleiðaranum fært tú eisini møguleika at seta tín dám á menningini av køkinum og tí, vit borðreiða við. Saman við tínum starvsfeløgunum verður tú somuleiðis við at tryggja eitt reint og gott arbeiðsumhvørvi.

Førleikakrøv:

  • Er útbúgvin kokkur ella líknandi.
  • Hevur viðkomandi starvsroyndir frá kantinu ella øðrum stórum køki.
  • Dámar væl at gera heilsugóðan mat við dygdargóðum rávørum.
  • Hevur góð evni at samstarva og dámar at veita góða tænastu.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt t.d. at skipa egnar uppgávur gjøgnum dagin.

Løn og setanartreytir:
Sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsbyrjan er 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á brøki 0,95. Starvstíðin er umleið 8 tímar í dagtímunum. Tú vísir til Onnu Østerø, køksleiðara.

Umsóknarfreist:
Tú er vælkomin at venda tær til Onnu Østerø, køksleiðara á Glasi, á tlf. 271224 ella umvegis aos@glasir.fo, um tú ynskir at hoyra nærri um starvið.
Freistin at søkja starvið er 26. januar 2026. Umsókn, lívsrensl og prógv v.m. skal sendast umvegis starv@glasir.fo.

Um okkum
Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at útbúgva og búgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið