Strandfaraskip Landsins
Útgivið
31. oktober 2024
Útgongur
12. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandfaraskip Landsins søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum kokki til Smyril. Sum arbeiðspláss er okkara størsta uppgáva at knýta oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Til hesa uppgávu krevst eitt gott samstarv millum starvsfólk, skip og bussar, fyri at vit kunnu røkja hesa týdningarmiklu uppgávu við ágrýtni og dugnaskapi. Ljóðar hetta sum eitt arbeiðspláss fyri teg? So er tað møguliga júst tær, vit leita eftir!

Sum kokkur umborð á Smyrli kemur tú at arbeiða saman við okkara dugnaliga cateringtoymi. Starvið fevnir um alt vanligt kokka arbeiði, harumframt reingerðing og viðlíkahald av ábyrgdarøkjum. Eisini vænta vit at tú veitir okkara ferðafólkum eina góða tænastu.Umframt sjálvt kokkaarbeiðið, verður tú eisini ein natúrligur partur av at samanseta matskránna í kafeteria umborð, saman við tænastuleiðaranum.

Starvið verður sett at byrja 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv umborð á Smyrli.

Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Arbeiðsætlanin er í løtuni 7 dagar umborð og 7 dagar í landi. Umstøður eru at búgva umborð. Arbeiðstíðin pr. arbeiðsviku er 91 tímar.

Sum kokkur vænta vit at tú hevur:

  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipi

Onnur viðkomandi krøv:
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6 + 3 stig.

Umsóknarfreistin er 12. november. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til tænastuleiðaran á +298 293046.

Søk starvið her:

Um Strandfaraskip landsins
Strandfaraskip landsins eru landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Við lóg er ásett, at Strandferðslan skal lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Virksemið er spjatt kring landið allar dagar á árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur íalt 30 sjó- og landvegis farleiðir: 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir við átta ferjum og 48 bussum. Rakstur av ferðafólkaflutningum við tyrluni er á játtan hjá Strandferðsluni. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið ein góð 1 millión: 500 túsund við ferjunum, 500 túsund við bussunum, 130 túsund akfør og 10 túsund við tyrluni. Starvsfólkahópurin er áleið 180 fólk, mest skipsmanningar. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovuna. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið