
Lýsing
Vit søkja lærlingar til smiðjuna at byrja skjótast gjørligt.
Tú:
- Er raskur
- Er álítandi
- Hevur áræði
Vit:
- Bjóða kappingarførar treytir
- Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvið
- Ymiskar spennandi uppgávur
Lærutíðin er 4 ár, og skúlagongdin er í Føroyum.
Umsóknarfreistin er 13. februar 2023. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn á jho@univice.fo og viðmerk "lærupláss smiður". Tú kann eisini senda umsóknina í bjálkanum til høgru.
Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Bárður Kjeld á tlf. 21 91 70.
Um Univice
Univice varð stovnað í 2010, og er ein tænastuveitari til framleiðsluvinnuna. Felagið er staðsett í Runavík, og hevur 30 fólk í starvi. Arbeiðsumráðið hjá Univice spennir víða, eitt nú:
- Framleiðsla og Umvæling av skipum og virkjum
- Nýgerð og umvæling av glasfiburbátum
- Ráðgeving í samband við framleiðsluvirkir
- Framleiðslubúnaður úr rustfríum stáli