Sp/f Omaná
Lýsing
Droymir tú um at arbeiða við køkum, dessertum, bakstri og heimagjørdum føroyskum gelatto-ísi?
Vit leita eftir einum ágrýtnum og hugagóðum kondittaralærlingi, sum hevur hug at læra eitt handverk við denti á góðsku, kreativiteti og sum hevur eyga fyri smálutum.
Vit vænta, at tú:
- hevur áhuga fyri køkum og bakstri
- ert ágrýtin, álítandi og røkin
- hevur hug at læra og menna teg
- trívist í einum arbeiði, har eingin dagur er eins
Vit bjóða:
- Góða og fjølbroytta upplæring innan køkum og dessertum
- Eitt kreativt arbeiðspláss við høgum fakligum støði
- Góðar starvsfelagar og eitt gott arbeiðsumhvørvi
- Møguleikan at menna teg innan eitt spennandi handverk
Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi?
Send okkum eina umsókn her og fortel eitt sindur um teg sjálvan, ella kom framvið til eitt prát. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Fyri meira kunning um útbúgvingina, sí her: https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/matur/kondittari