Lýsing
Er tú talfólk og brennur tú fyri gjøgnumskygni og ábyrgd av almennum peningi? Sum kontrollari í landsroknskapinum er tú við at tryggja, at pengarnir hjá landinum verða rætt gagnnýttir.
Í landsroknskapinum á Gjaldstovuni verður arbeitt við innaneftirlitum, roknskapi, stovnsbókhaldi og roknskaparfakligum spurningum.
Arbeiðið er fjølbroytt og avbjóðandi. Umhvørvið er spennandi og mennandi. Við tær eru vit 6 fólk í landsroknskapinum.
Um starvið
Um starvið Talan er um eitt spennandi og áhugavert starv. Høvuðsuppgávur tínar verða at:
• standa fyri og støðugt menna roknskapareftirlitini
• vera við at gera landsroknskapin
• gera mánaðarliga eftirlitsfrágreiðing
• gera mánaðarroknskapir og hava eftirlit við gongdini
• vera við í arbeiðinum at royndarkoyra nýggjar kt-skipanir á roknskaparøkinum
• viðgera grannskoðaraspurningar
• góðskutryggja roknskapin hjá almennu fyrisitingini, t.e. land, grunnar og kommunur.
Í dag er roknskapurin hjá landinum ikki fult grundaður á altjóða roknskaparstandardar fyri lond. Hetta verður farið undir í næstum, og tú fært ein týðandi leiklut í hesi verkætlan.
Harumframt kemur tú at taka eina hond í øllum teimum uppgávum, sum deildin hevur ábyrgdina av, tá ið á stendur.
Vit arbeiða í tøttum samstarvi við landsins stovnar og veita stovnunum roknskaparfakliga ráðgeving.
Um teg
Fyrst og fremst veitst tú nógv um roknskap og dugir at seta teg inn tær kt-skipanir, sum almenna roknskaparverkið er grundað á. Tú ert útbúgvin cand.merc.aud. ella hevur aðra viðkomandi hægri útbúgving.
Tað almenna er eitt stórt samtak, har nógvir samanhangir ganga aftur og fram og upp á tvørs. Tú fert at granska og rannsaka hesar samanhangirnar.
Roknskaparverkið er talgildað, so tað eru ongar goymslur av pappíri.
Kt stuðlar øllum arbeiðinum á Gjaldstovuni. Tað má tí fella tær lætt at brúka kt og at seta teg inn í nýggjar loysnir. Tað er ein fyrimunur, um tú dugir væl at málbera teg á føroyskum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF.
Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum.
Umsóknarfreistin er 22. nov ember í 2024
Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo í seinasta lagi 22. november í 2024 kl. 12.00. Viðmerk umsóknina “Kontrollari”.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Annu Kristinu á anna.kristina@gjaldstovan.fo ella telefon 352420.
_____________________________________________________________________________
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Síðan Gjaldstovan varð stovnað í 1939, hevur hon verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring.
Tað eru stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna, og eru hesi skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum brúka okkara tænastur, kunnu gera arbeiði sítt til lítar.
Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, tí skipa vit javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.