Lýsing
Matarskipanin á Skúlatrøð søkir eftir tveimum útlærdum kostfakligum starvsfólkum í fast starv at byrja 12 august. Størvini eru ávíkavist 35 og 21 tímar um vikuna, gerandisdagar millum kl. 07:00 til 15:00.
Sum kostfakligt starvsfólk skal tú saman við samskiparanum vera við til at tryggja, at allir næmingar fáa gagn av tilboðnum og samstundis stuðla uppundir at menna tilboðið, so vit kunnu bjóða eina heilsugóða millummáltíð.
Dagliga arbeiðsvirksemið í køkinum fevnir um matgerð, borðreiðing, fyrireiking, menna uppskriftir, vørumóttøku, reingerð o.a. fyrifallandi, sum hoyrir til í einum professionellum køki.
Førleikar:
- Útbúgving sum føðsluatstøðingur ella føðsluhjálpari
- Holla vitan og ein góðan hugburð til heilsugóðan kost
- Praktiskar arbeiðsroyndir í stovnskøki og við diætum, kunnu vera ein fyrimunur
- Hevur KT- førleika á brúkarastøði
Persónligir eginleikar:
- Ert tænastusinnað/ur og fyrikomandi
- Ert ábyrgdarfull/ur og álítandi
- Ert arbeiðssom/samur og røkin
- Ert samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Evni til at raðfesta og megna broytingar
- Sært møguleikar fram um forðingar
- Trívist í einum umhvørvi við børnum og ungum
Á Skúlatrøð ganga á leið 750 næmingar, sum fáa bjóðað eina heilsugóða millummáltíð. Vit leggja stóran dent á góðskuna og føðsluvirði í mati og máltíðunum. Samstundis ynskja vit at virða umhvørvið við at skipa matarskránna eftir árstíðini og gagnnýta okkara føroyska tilfeingi. Harafturat endurnýta matin við tí endamálið at avmarka matoyðsl.
Vit bjóða eitt arbeiðspláss, ið er skapandi, lívsjáttandi og lleggja dent á stabiliteti við góðum starvsfólki.
Køkurin er partur av eini størri heild, har tað er týdningarmikið at fáa góðar relatiónir og samstarv við bæði næmingar, starvsfólk og foreldur.
Setanarviðurskifti
Talan er um tvey størv, ávíkavist 35 tímar og 21 tímar, arbeiðstíðin er millum kl. 7.00 og 15.00 og fylgir í stóran mun skúlaárinum.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært avtalu ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið, sum føðsluatstøðingur ella hjálpari.
Um ongin føðsluatstøðingur ella føðsluhjálpari søkja størvini, kunnu onnur við líknandi útbúgving vera sett í starv, eftir sáttmála millum KAF og Klaksvíkar handverkarafelag ella Klaksvíkar arbeiðskvinnu-/mannafelag.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lovisu Lassen, kostfakligur samskipari á Skúlatrøð, á tel. 780209 ella umvegis teldupost: lovisal@klaksvik.fo.
Umsókn saman við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 23. juni 2024.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Kostfaklig størv til matarskipanina á Skúlatrøð