Lýsing
Kundi tú hugsa tær at havt dagligu leiðsluna av kostframleiðsluni á Urd? Kundi tú eisini hugsa tær at verið við til at ment kostfakliga økið og verið við í slóðbrótandi arbeiðinum við at framleiða heilsugóðan mat, og harvið vera við til at menna tænasturnar á tí fyrsta Umlættingar- og rehabiliteringsdepili í Føroyum, so er tað tær, vit leita eftir.
Tað eru 27 umlættingar- og rehabiliteringspláss á Urd, ið liggur í Hoyvík.
Arbeiði á Urd tekur støði í einari rehabiliterandi borgaragongd við:
- Ætlan fyri tann einstaka
- Samdøgursrehabilitering
- Umlætting
- Palliatión
Kostfakligu starvsfólkini eru ein partur av tvørfakliga starvsfólkahópinum á URD, og eru tey við til at gera heildarmetingar og vegleiða í rehabiliterandi tilgongdini til hvønn einstakan borgara.