Tórshavnar kommuna
Útgivið
19. november 2024
Útgongur
27. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsa tær at havt dagligu leiðsluna av kostframleiðsluni á Urd? Kundi tú eisini hugsa tær at verið við til at ment kostfakliga økið og verið við í slóðbrótandi arbeiðinum við at framleiða heilsugóðan mat, og harvið vera við til at menna tænasturnar á tí fyrsta Umlættingar- og rehabiliteringsdepili í Føroyum, so er tað tær, vit leita eftir.

Tað eru 27 umlættingar- og rehabiliteringspláss á Urd, ið liggur í Hoyvík.

Arbeiði á Urd tekur støði í einari rehabiliterandi borgaragongd við:

  • Ætlan fyri tann einstaka
  • Samdøgursrehabilitering
  • Umlætting
  • Palliatión

Kostfakligu starvsfólkini eru ein partur av tvørfakliga starvsfólkahópinum á URD, og eru tey við til at gera heildarmetingar og vegleiða í rehabiliterandi tilgongdini til hvønn einstakan borgara.

Til máltíðirnar skulu borgarnir sjálvir upp til eina buffet eftir sínum mati og drekkivørum í felags matstovuni, tey hjálpa til við at borðreiða og rudda sín borðbúna, tá máltíðin er liðug. Hetta er partur av venjingini og rehabiliteringini, sum borgarin fær á URD.

Køkurin á Urd framleiðir eisini 16 portiónir av døgurða, nátturða, serkost og ymsar millummáltíðir til Røktarheimið Heimið við Vallalíð.

Starvið sum kostframleiðsluleiðari er leyst at søkja, og talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0 og starvsbyrjan 1. januar 2025 ella eftir avtalu. Kostframleiðsluleiðarin vísir til deildarleiðaran fyri køkarnar í Heilsu- og umsorganartænastuni (H&U). Arbeiðstíðin er 8 tímar vaktir og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið