Lýsing
Trívist tú við ábyrgdarfullum uppgávum og fjølbroyttum arbeiðsdøgum, og vilt tú vera við til at røkja flutningsuppgávurnar hjá Búrhellu? Vit søkja eftir kranaførara til at koyra og taka sær av kranabilinum.
Starvið
Talan er um eitt spennandi starv, har tú fært ábyrgdina av kranabilinum við 95TM krana umframt annað fyrifallandi arbeiði knýtt at hesum. Viðlíkahald og reinhald av bilinum er sjálvsagdur partur av starvinum.
Arbeitt verður kring allar Føroyar.
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, arbeiðir sjálvstøðugt og ert røkin.
Kranaloyvi E og koyrikort í bólki C eru krav, og koyrikort í bólki C1E er ein fyrimunur.
Búrhella
Búrhella er dóttirfelag hjá KSS, sum er ein nútímans fyritøka við 97 árum á baki. KSS ger vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði fyri bæði skip og virki alt samdøgrið.
Vit bjóða:
- Spennandi og sjálvstøðugt starv
- Fjøltáttaðar arbeiðsdagar
- Góðar arbeiðsumstøður
- Góðan felagsskap
Setanar- og lønarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Rannvá Isaksen, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á rannva@kss.fo.
Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl á starv@kss.fo í seinasta lagi 27. Apríl 2025.