Gjaldstovan
Útgivið
11. november 2024
Útgongur
2. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú skil upp á net og skipanir, og dámar tær at hjálpa øðrum? Dugir tú at kravfesta og finna loysnir?

Kom og verð nýggi kt-umsitarin í 2nd level supportini hjá KT Landsins.

Her verður tú partur av einum spennandi arbeiðsplássi við dugnaligum og framsóknum starvsfeløgum og góðum møguleikum fyri fakligari menning.

Um starvið
Høvuðsuppgáva tín verður at veita stovnum í Landsneti og Skúlaneti kt-tænastur og at tryggja raksturin av skipanum og netum.

Sum kt-umsitari fert tú at:

  • seta upp og umsita net, forrit, stýrisskipanir og stillingar til ymisk tól og at seta tað í verk við Intune
  • seta upp og umsita Windows Server, Active Directory, Microsoft Entra ID, Exchange Online, Intune og aðrar Microsoft 365 skipanir
  • arbeiða við automatisering og scripting í eitt nú PowerShell og líknandi amboðum
  • arbeiða við tøkniligari trygd og trygdaruppseting
  • finna og fiksa feilir á neti, tólum og skipanum
  • vegleiða stovnar umvegis telefon og úti á stovnunum
  • vegleiða 1st level support
  • ráðgeva í ymsum viðurskiftum og luttaka í verkætlanum
  • greina kt-veitingar.

Um teg
Fyri at røkja starvið er týðandi, at tú hevur áhuga í kt, og at tú ert til reiðar at seta teg inn í nýggja tøkni og nýggjar skipanir.

Tú hevur útbúgving sum kt supportari ella aðra viðkomandi útbúgving. Harumframt hevur tú drúgvar starvsroyndir innan økið.

Tað verður samskift nógv við útlendskar veitarar, og tí mást tú umframt føroyskt duga enskt og danskt.

Vit leggja dent á, at okkara starvsfólk hava røttu førleikarnar til at loysa arbeiðsuppgávurnar. Tí skipa vit fyri, at tú fært neyðuga upplæring, um tú ikki hevur royndirnar.

Um KT-Landsins
KT Landsins er deild á Gjaldstovuni og rekur felags kt-undirstøðukervini Landsnet og Skúlanet og Skjalhald, sum miðsavna og samskipa kt hjá øllum landsins stovnum og skúlum. Við tær eru vit 13 fólk í KT Landsins, og vit samstarva tætt við kt-veitarar okkara.

Tænasturnar hjá okkum fevna m.a. um:

  • at veita starvsfólki í tí almenna tey bestu amboðini innan fyri kt
  • hýsa og reka net og servarar
  • at umsita teldur og brúkarar
  • at hjálpa brúkarum
  • at ráðgeva um kt og kt-samskipan
  • felags kt-innkeyp
  • kt-trygd.

Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Verður starvið sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, verður tað, alt eftir førleikum, flokkað í 6., 7. ella 8. lønarflokki sum BA ella serfrøðingur 3.

Umsóknarfreistin er 22. november í 2024

Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo í seinasta lagi 22. november í 2024 kl. 12.00. Viðmerk umsóknina “Kt-umsitari”.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, á birgir@gjaldstovan.fo ella telefon 792499.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið