Lýsing
Dugir tú væl at hjálpa kundum og veita góða ráðgeving? So er hetta starvið kanska júst til tín. Vit leita eftir einum kundaráðgeva til okkara dugnaligu og nærløgdu toymir í Tórshavn og Miðvági.
Starvið
Sum kundaráðgevi er tín fremsti leiklutur at veita eina góða heildarráðgeving til kundan. Hetta inniber eitt nú ráðgeving um lán, pensjón, trygging, íløgur og fíggjartænastur. Ráðgeving verður veitt í tøttum samstarvi við okkara serfrøðingar innan ymisku tænastuøkini. Tætt samband við kundar er ein natúrligur partur av starvinum, og tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni at skapa og menna góð kundasambond - eisini við nýggjar kundar. Sum kundaráðgevi fært tú harafturat ein virknan leiklut í áhaldandi at menna tænastur og kundarøkt í bankanum.