Nólsoyar skúli
Útgivið
26. juni 2024
Útgongur
11. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir lærara skúlaárið 2024/2025. Talan er um tíðaravmarkað lærarastarv fyri lærara í farloyvi.
Lønarbrotið er umleið 0,65.

Í Nólsoyar skúla komandi skúlaár, eru 10 næmingar frá 1. til og við 7. flokki. Í flokkinum eru fleiri flokkstrin í tímanum í senn. Skúlin samstarvar við Eysturskúlan, Velbastaðar skúla og Kaldbaks skúla. Samstarvið er bæði millum lærarnar, og á ávísum økjum millum næmingar, við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.

Førleikakrøv:
• Læraraútbúgving
• Kann undirvísa í teimum vanligu lærugreinunum í yngri og miðdeild
• Kann undirvísa fleiri flokkstrinum í senn
• Duga væl at samstarva og samskifta
• Vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
• Sýna undirvísing eldhuga
• Tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
• Vilja fevna um ymisleikan hjá næmingunum og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv , uttan so at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelags og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða skúlanum í hendi, í seinasta lagi hósdagin 11. juli 2024 klokkan 12.

Umsóknin verður stílað til:
Báru Traustadóttur, fyrstalærara
teldupostur bara.traustdottir@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:
Nólsoyar skúli
Í Geilini 46
270 Nólsoy

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Báru Traustadóttur, telefon 258582

Líknandi størv

2. juli 2024
1. juli 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið