Lýsing
Talan er um eitt tíðaravmarkað lærarastarv frá 6. januar til og við 19. juni 2025.
Pallurin er eitt serskúlatilboð í Sørvágs skúla, við eini eind í Skúlanum á Giljanesi, tað er hesa eind talan er um.
Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt
verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatilboðini eru staðsett í skúlunum fyri at tryggja, at næmingar í skúlatilboðunum eftir tørvi og førleika kunnu vera partur av bæði undirvísingarliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í skúlanum.
Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum
samstarvi við foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Toymissamskipanir hava dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum á Pallinum.
Tann, ið settur verður, skal:
- Hava fólkaskúlalæraraprógv
- Kunna undirvísa grunddeild og miðdeild, her verður serliga hugsa um í støddfrøði
- Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- Hava áræði at taka ábyrgd
- Duga at samstarva í toymum
- Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er í skúlanum á Giljanesi. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki
18.1-29.2.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági – dania.niclasen@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. januar 2025, kl. 12.00.
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo.