Runavíkar Kommunuskúli
Útgivið
25. maj 2023
Útgongur
6. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:
• 4 lærarum í føst størv – 3 av størvunum eru í Sertoyminum
• 2 lærarum í tíðaravmarkað størv
• 1 lærara í tíðaravmarkað starv við lønarbroti 0,75

Endaliga tímatalið og setanin til tíðaravmarkaða starvið við lønarbrotinum 0,75 verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2023.

Førleikakrøv
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í: náttúrufakunum, ítrótti, smíð, KT og innan serøkið.

Søkt verður eftir lærarum, sum :
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannsettir lærarar frammanundan. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 06. juni 2023 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo ella durita.joensen@skulin.fo
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo

Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 510 næmingar, av hesum eru 52 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

Líknandi størv

Lærarastørv í Runavíkar   Faroe Islands nýtt
29. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið