Lýsing
ERT TÚ OKKARA NÝGGI LÆRLINGUR???
Gleðist tú yvir eitt vakurt dekka borð, og kennir tú týdningin av, at dugnaligi kokkurin, má eisini hava rættu amboðini, ella hugsar tú bara, at tað hevði verði feitt at fari í læru hjá einum av elsta (og besta) handil í landinum – so skal tú lesa meira.
Vit bjóða tær eina góða útbúgving á einum spennandi, mennandi og nýmótans arbeiðsplássi har tú, saman við tínum starvsfeløgum, verður við til at mynda og menna handilin. Ígjøgnum útbúgvingartíðina fært tú eitt gott innlit í søluyrkið, samstundis sum tú fært ábyrgd og sleppur at royna teg við nógvum fjølbroyttum arbeiðsuppgávum.
Vit vænta, at tú hevur FHS, HH, student ella líknandi útbúgving ella royndir. Sum persónur ert tú fyrikomandi, íðin, kreativ/ur og hevur áhuga innan brúkslist. Harumframt dugir tú at arbeiða sjálvstøðugt og at vera partur av einum góðum arbeiðstoymi. Skúlagongdin er í Føroyum
Umsóknarfreist er 6. juni 2025 kl. 12. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjørligt. Umsókn við próvskjølum og møguligum CV og viðmælum skulu sendast til sd@bunyti.fo
Meira fæst at vita um starvið, við at ringja tel. 31 20 01 ella 21 80 60 og tosa við Súsannu á Dul