Gjaldstovan
Útgivið
23. oktober 2024
Útgongur
11. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú starvast í einum spennandi og avbjóðandi kt-umhvørvi? Vit bjóða eina spennandi og fjølbroytta útbúgving sum kt-supportari. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, har tú luttekur í dagliga arbeiðinum á KT Landsins og gongur í skúla í Danmark. Í lærutíðini fert tú at arbeiða við kt-forritunum, servarum og neti, har dentur verður lagdur á at veita eina góða tænastu til brúkararnar.

Um KT Landsins
KT Landsins er deild á Gjaldstovuni og rekur felags kt-tænasturnar Landsnet og Skúlanet, sum miðsavna og samskipa kt hjá øllum landsins stovnum og skúlum. Við tær eru vit 13 fólk í KT Landsins, og vit samstarva nógv við okkara kt-veitarar.

Tænasturnar hjá okkum fevna m.a. um:

  • at hýsa og reka net og servarar
  • at umsita teldur og brúkarar
  • at hjálpa brúkarum
  • at ráðgeva um kt og kt-samskipan
  • felags kt-innkeyp
  • kt-trygd.

Um útbúgvingina
Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet og Skúlanet. Talan verður m.a. um uppgávur innan

  • Kundatænastu
    Tú lærir at vegleiða og hjálpa brúkarum og tryggja, at tey fáa neyðugu kt-hjálpina
  • Rætta feilir
    Tú lærir at finna og rætta feilir á neti, tólum og skipanum
  • Kt-trygd
    Tú fært vitan um kt-trygd, regluverk og standardar
  • Installatión og uppseting
    Tú lærir at seta upp teldur og aðra kt-útgerð, leggja inn forrit og dagføra drivarar

Vit gera læruna so fjølbroytta sum til ber, og tú fært gott innlit í mest brúktu forritini, servarar og net.

Les meira um útbúgvingina sum IT Supporter í leinkinum niðanfyri:

Í læru sum kt-supportari

Førleikar
Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í kt. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga væl enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar eru ofta á enskum. Tú hevur áhugað og evni at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú ert tænastusinnað/ur og dámar at samstarva við onnur.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og er lønt sum lærlingur í 4.flokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 14.315,72 um mánaðin, næsta árið kr. 17.178,86 um mánaðin og síðsta árið kr. 20.042,01 um mánaðin. Eftirlønin er 15%.

Talan er um útbúgvingina, sum á donskum eitur IT Supporter. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, og skúlagongdin er í Danmark.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel. 79 24 99.

Umsóknarfreistin er 11. november í 2024

Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo, og viðmerk “Kt-lærlingur”.

 

Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss
Vit - tað eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna - eru skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í okkara yrki, so at tey, sum brúka okkara tænastur, kunnu gera arbeiði sítt til lítar.

Vit vilja, at okkara starvsfólk skulu trívast og mennast, og skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni er døgurði á borðinum hvønn dag.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið