Lýsing
Vit sóknast eftir einum dugnaligum ergoterapeuti at leiða ergoterapeutiska partin av okkara fysio- og ergoterapieind, Ven og Virka, frá 1. apríl 2025. Talan er fulltíðarstarv. Er ynski um tað, ber til at gera avtalu um lægri brøk, tó ikki minni enn 0,8.
Sum leiðandi ergoterapeutur fert tú bæði at hava dagligu leiðsluna av ergoterapeutum um hendi og sjálv/-ur at útinna ergoterapi.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður at tryggja dygd og menning av ergoterapeutiska partinum av Ven og Virka og í einum tvørfakligum toymi:
- At arbeiða fyri einum góðum samstarvi við allar eindir í NBH
- At kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri borgarum og seta átøk í verk í mun til hetta
- At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
- At vera partur av rehabiliteringstoyminum
- At hava ábyrgd av hjálpatólaøkinum
- At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
- At vera við í visitering
Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í fysio- og ergoterapeuteindini, Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur. Harumframt kunnu royndir innan ergoterapi og leiðslu vera fyrimunir.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Somuleiðis at tú ert fleksibul og virkisfús/ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.
Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á heilsuframa, fyribyrging og rehabilitering, soleiðis at eldri borgarar verða stuðlaðir í at búleikast heima sum longst og megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum fyri starvsfólk m.a. sæst aftur í, at tað hjá NBH eru góðir møguleikar fyri fakligari menning.
Nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Starvsfólk kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ’Ven og Virka’ eftir ávísari skipan.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelagið. Nærri kunning um starvið fæst vð at venda sær til Hedevig Matras, deildarleiðara fyri fysio- og ergoterapieindina, Ven og Virka, á tel. 793460 ella við telduposti til hedevigm@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 15. januar 2025.