Lýsing
Býlingshúsið Vesturi á Flat er ein nýmótans dagstovnur og liggur væl fyri í náttúruríka umhvørvinum í Hoyvík tætt við Svartafoss, ið setur sín natúrliga dám á gerandisdagin. Umhvørvið rundan um stovnin og tilhoyrandi garðurin gevur børnunum góðar umstøður at spæla, vera virkin og nýta hugflogi.
Tórshavnar kommuna søkir ein ágrýtnan og eldhugaðan leiðara við góðum námsfrøðiligum førleikum til Býlingshúsið Vesturi á Flat at byrja skjótast gjørligt. Sum leiðari fært tú møguleikan at mynda gerandisdagin á stovninum og skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi bæði hjá børnum og starvsfólkum. Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir í mun til leiðslu og námsfrøði. Og sum raðfestir trivna og samstarv bæði hjá børnum, starvsfólkum og foreldrum.