Tórshavnar kommuna
Útgivið
20. juli 2026
Útgongur
11. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Visitatiónin er inngongdin til allar tænastur og tilboð hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, og hevur tí ein sera týðandi leiklut í at tryggja, at borgarin fær ein góða tænastu, lagað til tørvin hjá tí einstaka.

Visitatiónin tørvsmetir og ger tilmælir um tær tænastur, sum borgarin hevur tørv á, og sum Heilsu- og umsorganartænastan veitir borgarum, sum búgva heima. Talan kann m.a. vera um visitatión til búpláss, stutttíðarpláss, rehabilitering, venjingar, matartænastu og dag-/kvøldtilhald.

Visitatiónin hevur støðugt samband og samskifti við borgarar, avvarandi og stovnar. T.d. almannaverkið og sjúkrahús, umframt deildir innanhýsis í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Leiðarin hevur dagligu leiðsluna av visitatiónini. Leiðarin tryggjar, at visitatiónin arbeiðir í trá við galdandi lóggávu og tørvin hjá borgaranum. Leiðarin skipar arbeiðið og skal tryggja dygdargóða tænastu, bæði fakliga og fyrisitingarliga, og tekur hædd fyri fíggjarligu kørmunum hjá Heilsu- og umsorganartænstuni.

Í Visitatiónini starvast í løtuni 5 fólk umframt leiðaran. Tey flestu starvsfólkini hava drúgvar royndir í arbeiðinum.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145027

Líknandi størv

20. juli 2026
20. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið