Listasavn Føroya
Útgivið
3. december 2024
Útgongur
11. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Listasavn Føroya leitar eftir starvsfólki at gera framsýningar og grafiskt arbeiði frá 1. januar 2025. Starvið er hálva tíð.

Dámar tær at arbeiða kreativt og samstundis halda skil á smálutum? Trívist tú í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er líka? So ert tú møguliga nýggi starvsfelagi okkara.

Listasavn Føroya sóknast eftir einum starvsfólki at arbeiða hálva tíð við at gera grafiskar uppgávur og kuratera framsýningar.

Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi og arbeiðsumhvørvi.

Vit kunnu bjóða eitt livandi arbeiðspláss í rúkandi menning við landsins besta savni av føroyskari list.

Umsøkjarar við listafakligari og grafiskari útbúgving hava ein fyrimun.

Starvið er hálva tíð og verður lønt eftir galdandi sáttmála og førleikum.

Um tú hevur spurningar, kanst tú ringja til savnsstjóra Solveig Hanusardóttir Olsen á telefon 214282 ella senda ein teldupost til solveig@art.fo

Skrivlig umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum v.m. verður send í seinasta lagi mikudag 11. desember kl. 12:00 til solveig@art.fo

Samrøður verða væntandi í viku 51. Starvið verður sett 1.1. 2025 ella skjótast eftir.

Les meiri um Listasavn Føroya her: www.art.fo

Líknandi størv

Vaskifólk til Tofta skúla   Faroe Islands nýtt
3. december 2024
Kundaráðgevi   Faroe Islands nýtt
3. december 2024
3. december 2024
1. december 2024
1. december 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið